Næmingurin hesa vikuna: Birita Olsen

Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla?

Eg eri útbúgvin kondittari, men vegna ovurviðkvæmi mátti eg tíverri gevast við tí. So fyri at víðka um útbúgvingarmøguleikarnar  í framtíðini, valdi eg at fara á miðnámsskúla.

Hvørjari breyt gongur tú á?

Fyrireikingarbreyt.

Hví valdi tú júst hesa breytina?

Faktiskt var tað tí, at hendan breytin tekur bara tvey ár í mun til hinar, sum taka trý. Av tí at eg ikki komi beinleiðis úr fólkaskúlanum, so helt eg eisini, at eg fór at rigga betur inn í fyrireikingina, har tað ofta eru fleiri eldri enn 18 ár.

Hvør er tín yndislærugrein?

Støddfrøði og sálarfrøði.

Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava?

Ein góður lærari dugir væl at læra frá sær og dugir at taka lærugreinina niður á støði hjá næminginum og tískil ger tað lættari at skilja. Hann hevur tol við næmingunum og vísir eisini virðing fyri teimum. Somuleiðis haldi eg, at ein góður lærari er struktureraður og dugir at gera undirvísingina spennandi og fjølbroytta.

Lýs lestrarlívið við trimum orðum?

Áhugavert, intensivt og meiningsfult.

Hvat ger skúlin rætt?

Eg haldi, at skúlin ger sera nógv rætt. Og fyri at nevna okkurt, so haldi eg, at tað er serliga gott, at skúlin rúmar enn fleiri næmingum, enn hann gjørdi fyrr. Her hugsi eg um serbreytina. Og so eisini tað, at skúlin bjóðar eitt nú orðblindum hjálp, at tað er settur ein sálarfrøðingur á skúlanum, og at skúlin, umframt lektiukafe, bjóðar næmingum til verkstovur, har tey kunnu fáa hjálp til at gera uppgávur og annað.

Hvat kundi skúlin gjørt betri?

Mær dámar væl, at tað er ein kantina á skúlanum, har møguleiki er at keypa ymiskt, men tó haldi eg, at fleiri søluvørur eru ov dýrar – serliga fyri næmingar, sum liva av studningi.

Nú gangi eg á fyrireikingarbreyt, og har kennist tað ofta sum um, at fyrireikingarbreytin ofta verður gloymd, ella ikki roknað við, tá tað kemur til ymiskt so sum at fáa upplýsingar um tiltøk, skemalegging, o.l.

Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd?

Eg dugi ikki at nevna eina ávísa hending, men eg haldi, at sjálvur flokkurin, F17r, verður seint gloymdur. Hóast vit eru sera ymisk, so hava vit eitt avbera gott samanhald. Kjak í flokkinum eru altíð á einum sakligum støði, har eg føli, at meiningarnar hjá øllum verða virdar. Hetta haldi eg er orduliga gott og ikki minst læruríkt.

Hvar ert tú um 5 ár? 

Hevði mann kunnað lisið sálarfrøði antin í Føroyum ella sum fjarlestur úr Danmark, so hevði eg heilt vist verið sálarfrøðilesandi/sálarfrøðingur. Men tíverri er hetta ikki møguligt (enn), men hvør veit, kanska onkur hurð letur seg upp, sum eg enn ikki dugi at síggja er ein møguleiki J Í øllum førum verður tað okkurt, sum hevur við menniskju at gera.