Væleydnaður ítróttardagur

Fleiri hundrað næmingar og lærarar luttóku í árliga ítróttardegnum, sum varð hildin í dag. Flokkarnir høvdu valt sær hvør sítt tema og gjørt sær eitt herróp!  Vit sóu flokkur, sum høvdu latið seg í sum prestar, rockarar, jólanissur og mangt annað.

28 ítróttarlið kappaðust í 14 ymiskum ítróttargreinum. Í ítróttarhøllini bleiv kappast í flogbólti, fótbóli, borðtennis og høvdingabólti. Á parkeringsøkinum uttanfyri var togtogan, posa-renning, skíðstafett og hockey. Inni í skúlaum var rógving, bochia og ymiskt annað.

Hóast nógv fólk luttóku, so gekk fyrimyndarliga væl at gjøgnumføra ítróttardagin. Kl. 08:30 var felags upphiting í ítróttarhøllini, og síðani fóru liðini út á ymisku kappingarøkini. Kl. 12:30 høvdu øll liðini gjøgnumført allar kappingarnar.

Í meðan næmingar og lærarar kappaðust, grillaðu húsavørðirnir pylsur til ítróttarfólkini.

Vit blivu tíverri ikki liðug at telja stigini saman í dag, so vinnarin verður kunngjørdur í døgurðasteðginum í morgin!

Skúlin takkar øllum sum luttóku og hjálptu til í samband við ítróttardagin.

Seinni í dag koma myndir frá ítróttardegnum út á socialu miðlarnar.