Vinnarnir av ítróttardegnum
Í gjár blivu vinnarnir av árliga ítróttardegnum kunngjørdir.
Flokkarnir fingu stig fyri hvørja ítróttargrein sum tey luttóku í, og so fingu tey eisini stig fyri ‘team spirit’. Tá hugsa verður um ‘team spirit’, so skuldu næmingarnir eitt nú gera eitt herróp. Um tað stóð á jøvnum millum tvey lið, so bleiv hugt eftir hvør hevði fleiri ‘team spirit’ stig.
Árgangur 1:
Vinnarii: B18a
Best team spirit: H18a
Árgangur 2:
Vinnari: N17y
Best team spirit: B17b
Árgangur 3:
Vinnari: N16z
Best team spirit: B16a
Hjartaliga tillukku øll somul.
Skúlin takkar øllum sum vóru við til at gera dagin so spennandi.
Myndin er av B18a