Vælkomin til opið hús á serbreytini 19. februar
Hóskvøldið 19. februar er opið hús á serbreytini á Kambsdali.
Dyrnar lata upp kl.18.00 – Fá nærri kunning og vegleiðing í samband við at søkja inn á breytina.
Kl.19.00 er framløga og kunning um útbúgvingina. Framløgan er í hølunum hjá serbreytini. Møguleiki er at síggja umstøðurnar, hitta lærarar og fáa eitt prát
Vit bjóða sjálvandi kaffi og okkurt søtt.



