Matur, bakstur og matmentan á matarlepanum á Kambsdali
Á Kambsdali hava fyrstu flokkarnir veruliga havt møguleika at arbeiða við øðrvísi evnum enn vanligt í seinastu viku, meðan eldru flokkarnir hava verið til skrivliga vetrarroynd. Ikki minst fríggjadagin 6. februar sást, hvussu nógv næmingarnir hava fingið burtur úr, tá ið ymisku breyturnar sýndu fram nakað av tí, sum tær hava arbeitt við hesa vikuna. Tey sýndu fram filmar, settu upp básar, bakaðu breyð og gjørdu leskiligar desertir úr ymiskum londum – og høvi var eisini at royna ymiskt av tí, sum næmingarnir hava arbeitt við.



Matmentan í Evropa
Á Hugbreyt arbeiddu næmingarnir við matmentan í teimum franskt-, týskt- og spanskt-talandi londunum. Tey kannaðu eisini, hvussu viðurskifti sum veðurlag og landslag hava ávirkað matmentanina, og settu sær spurningin, hví ávísir rættir eru vorðnir tjóðarrættir. Umframt at lesa uppskriftir á fremmandum málum, gera básar og halda framløgur á týskum, sponskum og fronskum, gjørdu næmingarnir eisini fleiri leskiligar rættir. Týskt-næmingarnir gjørdu til dømis Fischbrötchen; Zopf, Brezel, Berliner, Karoffelpuffer og Schwarzwälder Kirschtorte. Og franskt-næmingarnir gjørdu eisini góðan mat, millum annað ratatouille, sum er ein serliga góður grønmetisrættur í landslutinum, Provence, í Suðurfraklandi – og tey kundu seinasta dagin bjóða teimum vitjandi á bási teirra ta leskiligu fronsku dessertina Crème brûlée.



Frá rávøru til søluvøru
Á Búskaparbreyt hugnaðu næmingarnir sær eisini óført hesa vikuna. Flokkarnir tóku støði í einari sjálvvaldari føroyskari rávøru og settu síðani fokus á innovatión, íverksetan, kostnaðarrokning og marknaðarføring. Úrslitið skuldi sýnast fram á básum, sum enskt-talandi kundar skuldu vitja. Næmingarnir lýstu vørurnar, kannaðu tørvin, arbeiddu við framleiðslugongdini, ásettu prísin og roknaðu vinningin út – sum altíð er neyðugur, um lív skal vera lagað hjá einari fyritøku. Fríggjadagin vóru ein rúgva av stásiligum básum settir upp, har „kundarnir“ – næmingar og lærarar á skúlanum – kundu læra um vørurnar og royna spennandi og leskiligar smakkiroyndir.



Frá deiggi til breyð
Á Náttúrubreytløgdu næmingarnir meira náttúruvísindaliga til verka. Høvuðsevnið var breyð, og ein týðandi táttur var at fáa ger-kyknur at vaksa, júst sum tá ið breyð og bollar heva í sambandi við bakstur. Næmingarnir hugdu at einari áhugaverdari sending um bakstur í Viktorianska Onglandi, gjørdu ymiskar royndir og lýstu arbeiðsgongdina við myndum, upplýsandi tilfari og filmsupptøku. Eisini vitjaðu nakrir flokkar bakaríið Amarant í Klaksvík, har tey hoyrdu um arbeiðsgongdina og fingu góð og nágreinilig ráð frá trimum bakarum, sum júst vóru lidnir at baka breyð og nú fóru at baka rundstykkir. Næmingarnir vitjaðu eisini nýggja Húsarhaldsskúlan – Rótina – har stjórin, Jóhanna á Tjaldrarfløtti, stolt vísti skúlan fram og greiddi næmingunum frá um heilsugóðan mat, stutt-fluttan mat, føroyska matgerð, føroysku kostráðini og hvussu vit sleppa undan matspillu. Jóhanna var sera upptikin, tí hon var júst kosin ársins almenni leiðari vikuskiftið frammanundan. Hon er eisini rithøvundin handan Lætt og leskiligt-bøkurnar og greiddi fegin frá, hvussu næmingarnir á Rótini læra at baka breyð og bollar og gav næmingunum av Kambsdali góð ráð. Ein av lærarunum á skúlanum vísti eisini næmingunum runt í nýggja og snotuliga køkinum og fortaldi, at tað væl ber til at nýta skorpur og restir frá breyði í einum nýggjum deiggji, elta tað uppí og baka tað umaftur, so tað verður frískt, heitt og gott enn einaferð. Næmingarnir vitjaðu eisini Christianskirkjuna og fingu eina rundvísing – dagligt breyð – har myndlistin hjá Edward Fuglø um Jesus í Nasaret og altartalvan hjá Joakim Skovgaard vóru høvuðsevni. Tað var Asbjørn Lómaklett, sum vísti runt og greiddi næmingunm hegnisliga frá áhugaverdu listaverkunum Seinasta dagin spílaðu næmingarnir á breytini seg út og bakaðu serliga góð breyð, sum tey ótu saman við súltutoyi og smøri, sum tey eisini sjálvi høvdu gjørt hesa vikuna.
Ein myndarøð við nógv fleiri myndum frá verkætlanarvikuni, sum hesaferð snúði seg um mat, bakstur og matmentan í breiðari merking, er eisini at finna á facebook-vanga skúlans her.



