Vælvitjað opið hús

Mikukvøldið var opið hús á skúlanum. Kvøldið var skipað á tann hátt, at fyrsta tíman kundu gestirnir vitja kunningarbásar, sum vóru settir upp á skúlanum. Har kundu tey nýta høvið at tosa við næmingar og umboð fyri tær ymisku lærugreinarnar.

Síðani varð skipað fyri einum felagstiltaki í auluni, har rektarin hevði samrøður við ymiskar gestir. Fyrstu gestirnir vóru Pætur Clementsen frá FSF, sum hugleiddi um nýggja úrvalstilboðið, sum FSF og Miðnám á Kambsdali koma at samstarva um. Ólavur Jacobsen greiddi frá um musikkskúlamiðnám, og rektarin á Gribskov Gymnasium, Kristoffer Høy Sidenius, hugleiddi um nýggja norðuratlantiska studentaflokkin.

Síðani tosaði rektarin við Bjørt Hansen og Signu Nielsen, sum vunnu Ungt Virki í fjør við Faroe Sea Beauty. Eisini tosaði hann við formannin í næmingaráðnum, Gunnar Sivertsen.

Síðstu gestirnir vóru Signhild Joensen, svimjari, Beinir Troest Rasmussen og Gwendolyn Blaga Philbrow, ið eru tónleikarar. Felags fyri tey øll er, at tey hava tíðarkrevjandi ítriv. Tey hugleiddu um, hvussu tað ber til at taka eina miðnámsútbúgving, samstundis sum tey brúka nógva tíð og orku til sítt ítriv. Onkur av teimum hevur valt at taka útbúgvingina yvir fýra ár.

Eisini var tónleikur á skránni. Fyrst framførdi Beinir við bólki tvey løg, og at enda spældi Gwendolyn eitt lag.

Til seinast fingu gestirnir høvi at hyggja seg um á skúlanum og tosa við lestrarvegleiðarar og umboð fyri tær ymisku lærugreinarnar.

Til ber at síggja myndir frá kvøldinum á facebook síðuni hjá skúlanum ella við at trýsta á her.