Verkætlanarvika, várroyndir og virkisvitjanir
Hesa vikuna er sera nógv á skránni á skúlanum. Hjá næmingum á triðja árið eru várroyndir á skránni, meðan annað og fyrsta árs næmingar hava verkætlanarviku, og serbreytin hevur verið á virkisvitjan.
Verkætlanarvikan er skipa á tann hátt, at breytirnar arbeiða við hvør sínum evni. Nakrir flokkar hava gjørt filmar, sangir, bloggar, faldarar og annað. Aðrir flokkar hava vitja á ymsum støðum kring landið. Eitt nú kann nevnast Sjósavnið, Løgtingið, hjá løgmanni, Ríkisumboðið, Havnar Bio, Glasir, Norðoya Fornminnissavn, Føroya Tele, Kringvarp Føroya, Nema, Íverksetanarhúsið, og í Christianskirkjuni.
Eisini hava nakrir flokkar verið til fyrilestrar og politiskar fundir. Nakrir næmingar hava verið í norðoyatunlinum har tey sluppu at rógva í uppsamlingsbrunninum, meðan aðrir hava verið til samansjóðing í Skótadeplinum á Selatrað.
Mánadagin var serbreytin á vitjan hjá løgmanni (myndin) og í løgtinginum. Týsdagin vóru tey í vælverudeplinum í svimjihøllini í Klaksvík.
Ein sera fjølbroytt og gevandi vika nærkast endanum. Eftir ætlan koma næmingarnir at leggja fram í morgin.