Valdagur á Kambsdali
Næmingaráðið á Miðnámi á Kambsdali er nú aftur mannað, og ein av komandi døgunum fer nýggja næmingaráðið til verka. Seinastu dagarnir hava valevnini gjørt vart við seg á valfundi og við plakatum, sum hava hingið kring um á skúlanum.
Næmingar, sum hava samfelagsfrøði á hástigi, skipaðu fyri valinum.
Fyrr í vikuni varð næmingaráðsval á Kambsdali. Hástigsholdið í samfelagsfrøði og lærari teirra, Martha H. Mýri, skipaðu fyri valdegnum – bæði á Klaksvíkar HF-skeiði og á Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Og aftaná valið skipaðu næmingarnir fyri uppteljing og fínteljing.
Fimm vald í næmingaráðið
Flestar atkvøður í ár fekk Emma Langgaard Nagurset við 76 atkvøðum. Emma gongur í N21y. Í hølinum á Emmu varð Hanna Jacobsen úr B21b vald við 54 atkvøðum og Ólavur Olafsson Davidsen úr B22y við 50 atkvøðum. Seinastu tvey plássini í ársins næmingaráði eiga Martin Alvason Justinussen úr H21a og Brynhild Dahl Jacobsen í H21b. Tey fingu ávíkavist 44 og 37 atkvøður. Eykavaldir eru Svend úr H22b og Dánjal úr N21x, so um tað berst teimum fimm fyrstu frá at møta, verður boð eftir Svend og Dánjali.
Sambært teimum, sum skipaðu fyri valinum, høvdu heili 525 næmingar valrætt, og 379 næmingar ella 72% greiddu atkvøðu í ár.