243 nýggir næmingar

Nú er aftur gerandisdagur á Kambsdali. Nýggju næmingarnir eru kunnaðir um hølir, bøkur, telduskipanir og galdandi leiðreglur.

Tey hava verið útferð, og tey hava kappast í skúlanum. Tey hava møtt nógvum nýggjum lærarum og uppaftur fleiri næmingum.

Og nú er tað vanliga tímatalvan, sum verður fylgd. Lærarar leggja fram í sínum lærugreinum, næmingar samstarva við sínar floksfelagar í smærri og størri bólkum, og í fríkorterinum møtast tey í gongum, trappum og høllum.

Tað eru tilsamans 243 ung fólk, sum eru byrjað í fyrsta flokki á Kambsdali í ár.

78 eru farin á Búskaparbreyt, 58 eru á Náttúrubreyt, 36 á Fyrireikingarbreyt, 33 á Hugbreyt, 16 á Yrkisnámi, fimm á Serbreytini, og harumframt eru fimtan næmingar í Norðurlendska studentaflokkinum, sum gongur á Kambsdali fram til jóla.