70 næmingar og lærarar úr Reykjavík, úr Odense og av Kambsdali samstarva um sosiala burðardygd

Í døgunum 27. mars til 4. apríl 2025 vóru næmingar úr flokkunum, N23X og B24D, vertir fyri einum væl eydnaðum skúlasamstarvi millum Reykjavík, Odense og okkara skúla á Kambsdali. Talan er um Verzlunarskúla Islands og Tietgen Handilsskúlan í Odense. Fyrst vitjaðu næmingar í Føroyum – har týdningarmesti parturin í samstarvinum varð, at útlendsku næmingarnir gistu heima hjá føroysku næmingunum í eina viku. – Mánaðarskiftið august-september fer N23X at vitja í Odense – og í januar 2026 fer B24D til Reykjavíkar. Hjalti Dalheim og Jóannes Næs Petersen, lærarar á Miðnámi á Kambsdali, sum hava staðið fyri hesum skúlasamstarvinum, lata væl at vikuni, og næmingarnir tóku væl undir við øllum tí, sum var á skránni – men næmingarnir góvust ikki har. Eina dagin tóku næmingarnir sjálvir stig til at vitja í Kalsoynni, har málið var vitin norðuri á Kallinum, Kópakonan, og gravsteinurin hjá James Bond; og onkrir næmingar kyndu enntá bál á sandinum í Fuglafirði og hugnaðu sær óført saman við útlendsku næmingunum til langt út á náttina.

Nógv meira at lesa og fleiri myndir frá Nord Plus-vikuni 27. mars til 4. apríl eru at finna her: 

Skúlasamstarv millum Reykjavík, Odense og Kambsdal