Vitja søvn og Setrið
Javnan vitja flokkar á Kambsdali ymiskar stovnar og fyritøkur. Hetta er týdningarmikil liður í skúlagongdini á miðnámi. Bæði tí fakliga og tí alment búgvandi.
Mikudagin var H22b á vitjan á ymiskum stovnum í Havn. Fyrst gekk leiðin út á Debesartrøð á Tjóðskjalasavnið og Føroyamálsdeildina. Síðani varð vitjað á Søgu og samfelagsdeild Setursins, áðrenn farið var niðan á Tjóðsavnið. Á øllum fýra stovnum var móttøkan góð og næmingarnir fingu væl burturúr. Á Tjóðskjalasavninum og Tjóðsavninum varð greitt frá endamálunum við søvnunum og víst var eisini fram. Áhugavert var sjálvandi at kaga í okkara forsøgu, og eisini var áhugavert at hoyra um ymisku endamálini hesi søvn hava.
Á føroyamálsdeildini og søgu- og samfelagsdeildini var greitt frá lestrarmøguleikum og umstøðum. Áhugavert var at síggja umstøðurnar og hoyra um ymisku og fleksiblu møguleikarnar við lestrinum á Fróðskaparsetrinum.














