Góð úrslit í støddfrøðikapping
Leivur Joensen, sum gongur í náttúrubreyt á Miðnámi á Kambsdali, hevur fingið heiðursbræv fyri gott úrslit í Georg Mohr støddfrøðikappingini.
Tilsamans 970 næmingar úr øllum tí danska ríkinum komu víðari til 2. umfar í kappingini. Ímillum hesar vóru tveir av teimum 5, sum luttóku, av Miðnámi á Kambsdali. 183 fingu heiðursbræv fyri gott úrslit, og 63 teir bestu komu víðari til 3. umfar. Annar av luttakarunum av Kambsdali, Leivur Joensen, var ímillum teirra, sum fingu heiðursbræv.
Christian Joensen, rektari, handaði Leivi heiðursbrævið.
Vit gleðast og ynskja Leivi hjartaliga til lukku við góða úrslitinum.