Blómandi list á Kambsdali
Ein serstøk framsýning er á Kambsdali í hesum døgum. Tað eru næmingar á Serbreytini, sum sýna fram myndir, sum tey hava pressað og prentað við plantum. Fernisering var á serligum foreldrafundi á Serbreytini, og næstu vikurnar hanga myndirnar uppi til gleði fyri okkum øll.
Serbreytin hevur heilt frá fyrsta degi sett ein serligan dám á gerandisdagin á Kambsdali. Sum ein partur av undirvísingini læra tey at dyrka alskins grønmeti í miðgarðinum, og tey læra eisini at hava høsnagarð. Um várið og heystið selja tey framleiðlsuna á skúlanum, bæði frískt grønmeti og úrdráttir sum t.d. reyðrótapesto og salt blandað við ymisk krydd og grønmeti. Í ár eru planturnar so eisini endaðar sum listaverk.
Á myndunum eru tveir av næmingunum, Rólvur Sivertsen og Frida Maria Jógvansdóttir, við verkum, sum tey hava gjørt og sýna fram. Eyðbjørg Nolsøe og Ruth Norðgerð Sevdal, lærarar á Serbreytini, hava samskipað listarliga arbeiðið.