Kavajól á Kambsdali
Jóladámur hevur verulig ávirkað skúlan á Kambsdali seinastu vikuna. Fleiri flokkar hava prýtt skúlastovur sínar. Jólatrø standa á felagsøkjunum, og vakrar jólastjørnur síggjast í gluggunum kring skúlan. Og bæði á lærarastovuni og í fleiri flokkum liggja jólagávur, sum nissur í loyndum hava lagt fyri at gleða ein floksfelaga ella starvsfelaga.
Mong kenna helst víðagitna jólasangin “Let it Snow,” sum millum annað Frank Sinatra hevur sungið. Árla á morgni fyrsta desember tóku nakrir lærarar í reyðum nissuhúgvum í móti næmingunum millum reolveggirnar í forhøllini við hugnaliga jólasanginum í føroyskari útgávu. Morgunfrísku lærararnir ynsktu at gleða næmingarnar við sanginum ‘Kavajól’, sum Martin Joensen hevur umskrivað og fingið at hóska so væl til føroyska vetrarveðrið og jólini.
Kavajól
Uttanfyri er bítandi vindur,
nú hvítnar fjallatindur
og bliknað er Móðir Sól,
kavajól, kavajól, kavajól.
Men inni situr Dávur so knáur
og pakkar jólagávur,
meðan kavin legst um heiðar og hól,
kavajól, kavajól, kavajól.
Nú er lagið so findargott,
tó at farið um miðjunátt,
tí inni jólahitin er,
hóast úti er frost og gler.
Nú haldi eg vindurin minkar,
– hygg, jólastjørnan blinkar,
og seyðurin finnur sítt ból.
Kavajól, kavajól, kavajól.
Her eru nakrar jóla- og kavamyndir av Kambsdali, nú næmingar og lærarar á dalinum hava boðið jólamánaðinum vælkomnum. Eisini er ein slóð her til facebook-síðu skúlans, har ið tað ber til at hoyra jólaliga morgunkórið syngja fyri næmingunum.