Finskt frumljóðføri á skúlanum
Maija Kauhanen tekur í síni tónlist støði í finska streingjaljóðførinum ‘kantele’, og tað fingu næmingar við tónleiki sum lærugrein, eins og aðrir næmignar frá ymsum breytum, at kenna, tá Maija helt middagskonsert á Miðnámi á Kambsdali, hin 3. desember.
Konsertin varð skipað í samstarvi við Mentanarhúsið í Fuglafirði og ígjøgnum PULS verkætlanina hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, og var hetta eitt væleydnað samstarv, har listakvinnan fekk høvi at spæla fyri ungum og hevði eitt listafólkaprát beint eftir konsertina.
Tað var hugtakandi fyri lærarar og næmingar, hvussu hon fann sær óvanlig ljóðføri, so sum pottar, ketur og prýði av ymiskum slagi sum slagverk afturat kantele og trummu, og royndi seg við nógvum ymiskum rútmum aftuarat løgum, sum er vaksin úr finska og karelska fólkatónleikinum.
Konsertin var inspirerandi, og stórur áhugi var at hitta Maiju á máli eftir konsertina og hoyra meira um ljóðførini og arbeiðshátt hennara.
Miðnám á Kambsdali takk fyri forkunnugu vitjanina!