Skúlanæmingar ganga Luciagongd

Vikan byrjaði við, at nakrir skúlanæmingar í N21y gingu Luciagongd á skúlanum. Við logandi kertuljósum og vøkrum sangi, ynsktu tey at gleða starvsfólk og hinar næmingarnar á dalinum. Lucia var italskt halgimenni, og hon leið pínslarvátsdeyðan 13. desember, sum sambært julianska kalendaranum í 1300-talinum varð mettur sum ársins styttsti og myrkasti dagur. Tí hevði ljósið serligan týdning hendan dagin. Upprunaliga verður Luciadagurin hátíðarhildin í Italia – men eisini sviar hava tikið siðvenjuna til sín. Og eins og siðvenja er í Svøríki Luciadagin, nýtti rektarin á Kambsdali høvið at borðreiða við heimabakaðum luciabreyði eftir svenskari uppskrift á lærarastovuni.