Jóladámur, jólastákan og jólahald
So hevur jóladámurin lagt seg á Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Umframt at flokkar hava gjørt seg lidnar við virksemið í ymisku lærugreinunum hetta hálvárið, og lærarar og næmingar hava sett punktum fyri eitt sermerkt hálvár, har korona av og á argaði og sendi onkrar næmingar og lærarar í sóttarhald í dagavís, so hava flokkarnir á Kambsdali eisini dugað væl at hugna sær og boðið jólunum vælkomnum. Her eru nakrar jólamyndir, sum vísa nakað av tí, sum er farið fram á Kambsdali undan jólum. (sí: facebook-síðuna hjá skúlanum her)
Í Í køkinum bleiv mandlurís til áleið 600 fólk gjørt, og í krókunum pakkaðu kringir ‘nissuvinir’ seinastu gávurnar. Summir næmingar hava seinastu vikuna skundað sær at klippa skemtiligar jólastuttfilmar, sum tey hava arbeitt við í miðlakunnleika; og fleiri kór, sum hava vant jólatónleik seinastu vikurnar, trinu loksins fram á pall seinastu dagarnar undan jólum við føgrum jólasangi. Og serbreytin hevði sína árligu jólaútsølu, har ið tey seldu ymiskar jólagávur, jólaprýði, handverk, mat og bakstur av ymiskum slag, sum tey hava hugsavnað seg um í jólamánaðinum. At næmingarnir á serbreytini eisini gleddu tey, sum komu framvið, við flógvum, heimagjørdum vaflum gjørdi bara jólasøludagin uppaftur betri.
Og styttsti dagur – 21. desember – var so seinast skúladagur í hesum árinum. Fyrri partur av degnum byrjaði í flokshølunum, har flokkarnir høvdu borðreitt eitt vakurt jólaborð til flokk sín. Summir flokkar høvdu gjørt serliga nógv burturúr; ja, jólagreyturin bleiv í onkrum flokki etin við ein fótbóltsvøll, meðan onnur lótu eitt damplokomotiv koyra runt á borðinum millum jólaborðprýðið. Skúlin stóð fyri mandlurísi við mandlugávu, og síðani var spennandi og stuttlig jólaspurnarkapping á skránni, sum serbreytin hesaferð vann. Tey fáa ein túr í bowlinghøllina í Leirvík fyri ómakin.
Endað var í ítróttarhøllini, har ið næmingarnir fingu høvið at hoyra jólatónleik og jólasang, sum tónleikaflokkarnir hava vant í heyst, og síggja skemtiligu stuttfilmarnar, sum næmingar hava gjørt í miðlakunnleika. Ein afturvenjandi siðvenja, sum hevur verið á skránni í umleið 15 ár, var eisini ‘kemiska jólaevangeliðið’ har ið næmingar í evnafrøði hugleiddu um gávurnar til Jesubarnið frá vísmonnunum, Kaspar, Melchior og Baltashar, og ‘settu eld á’ jólastjørnuna – meðan næmingar úr ymiskum londum lósu jólaboðskapin á fleiri ymiskum tungumálum. Í ár vóru mong mál umboðað, so sum spanskt, kinesiskt, norskt, týskt, enskt, latín og enntá suðurjútskt. Rektarin, Hanna Jensen, takkaði síðani fyri og ynskti næmingum og starvsfólkum á Kambsdali gleðilig jól! Seinasti skúladagur var hesaferð styttsti dagur í árinum, og eftir eitt ár, sum – ikki bara á Kambsdal men eisini kring allan heim – á nógvan hátt hevur verið órógvað, og har ið nógv tiltøk ikki gingu júst, sum ætlað, vóna vit at tað av sonnum gongur móti bjartari tíðum. Sambært álmanakkanum eru dagarnir nú farnir at leingjast. Farið verður aftur í skúla mikudagin 5. januar 2022.