Byrjanar- og kunningarkvøld á akademiútbúgvingini

Hóskvøldið 26. august verður sett hol á heysthálvuna á akademiútbúgvingum skúlans við einum byrjanar- og kunningarkvøldi, sum byrjar kl.19.

Lærarar leggja fram um tær tríggjar breytirnar, sum skúlin bjóðar: Búskapar- og tilfeingisbreytina, Sølu- og marknaðarførslubreytina og Leiðslubreytina.

Innleiðandi kunning verður eisini um endaliga verkætlan og tær lærugreinir, sum eru bodnar út í heyst.

Lærarar, útbúgvingarsamskipari og lestrarvegleiðari verða við, og nýggj lesandi kunnu eisini møta og melda seg til tøk pláss. Og so bjóða vit eisini ein góðan drekkamunn.

Tiltakið verður í stovu 1.01