Vælkomin á Dalin
Líka so hugaligt tað er at siga nýklaktum pisum farvæl í juni, líka so spennandi er tað at bjóða nýggjum næmingum vælkomnum í august. Í ár byrjaðu 193 ung fólk á fyrsta ári á Miðnámi á Kambsdali. 52 byrjaðu á búskaparbreyt, 51 á náttúrubreyt, 45 á hugbreyt, 18 á fyrireikingarbreyt á Kambsdali, 14 á fyrireikingarbreyt í Klaksvík og 13 á yrkisnámi.
Harumframt er ein flokkur við 18 næmingum á norðuratlantisku breytini á Kambsdali, tey verða á Dalinum fram til jóla og halda so fram í Reykjavík í januar.