Nógvir nýggir lærarar
Miðnám á Kambsdali er eitt gott arbeiðspláss, har starvsfólk støðast. Tó so, viðhvørt fer onkur frá fyri aldur, og onkuntíð fer onkur í farloyvi. Tað er eisini gott við nýggjum blóði, og í ár er Miðnám ríkað við átta nýggjum lærarum. Tey eru Jóhanna Heðinsdóttir Wolles, Jan Rúni Poulsen, Hanna Højbjerg Poulsen, Trygvi í Liða, Fríði Atlason, Jóhanna Jørgensen, Brandur Sjúrðarson og Rógvi Nónsgjógv Poulsen.