Nordplusvitjan frá Fjerritslev
Miðnám á Kambsdali raðfestir norðurlendskt samstarv, og fleiri lærarar og næmingar luttaka í ymiskum verkætlanum.
Seinasta skúlaár vóru nógvar verkætlanir skerdar av koronaavmarkingum, men í ár er støðan tíbetur broytt, og vit hava longu havt útlendskar gestir á vitjan.
Ein av spennandi verkætlanum er eitt samstarv við Fjerritslev Gymnasium undir heitinum ”Sustainable use of local fauna and green growth in the Faroe Islands and Denmark”.
Endamálið er, at føroyskir og danskir næmingar fáa innlit í gerandisdagin og lívið hjá hvørjum øðrum við serligum denti á grønan vøkstur og burðardygga menning.
Føroysku lærararnir, ið taka lut, eru Ragnhild í Skorini, Høgni Holm og Lau Jensen, og donsku lærararnir eru Sofie Dubillot og Thøger Dige.
Bæði í Danmark og í Føroyum skulu næmingarnir kanna lokalar plantur, ið kunnu brúkast til matgerð. Hetta gevur føroysku næmingunum innlit í danska náttúru, og donsku næmingarnir fáa innlit í ta føroysku náttúruna. Í Danmark fáa føroysku næmingarnir harumframt høvi at vitja eina altjóða royndarstøð við vindmyllum.
Hesa ferð vóru donsku lærararnir á Kambsdali og gjørdu undirvísingartilfar saman við føroysku lærarunum.