Valdámur á Kambsdali
Sannur valdámur hevur verið á Miðnámsskúlanum á Kambsdali farnu dagarnar. Nógvar og stórar plakatir við lyftum og slagorðum hava prýtt um á skúlanum, tí næmingaráðsval hevur verið hesa vikuna. Og nøkur nýggj andlit vera hetta skúlaárið at síggja í næmingaráðnum, sum hevur fimm umboð.
Kappingin í oddinum var sera jøvn, tá ið upptalt varð. Tveir næmingar deila heiðurin at vera fyrstvald hesaferð. Tey bæði, Sára Bertholdsen í H19a og Bergur Poulsen í B19d, fingu 71 atkvøður í part. Síðani fekk Sesilia Feilberg í N20x 36 atkvøður, Jan Tórheðinsson í N20x 27 atkvøður, og Pól Jóhannus T. Larsen í H20b 22 atkvøður.
Tveir næmingar eru við ávíkavist 20 og 18 atkvøðum eykavald. Hesar eru Mirjam Glerfoss í B20b og Lena Maria Joensen í B19b, sum fekk 18 atkvøður.
Áhugin at stilla upp var stórur í ár, tí 16 næmingar frá nærum øllum breytum stillaðu upp. 357 næmingar greiddu atkvøðu av teimum 501 næmingunum, sum hava sína dagligu gongd á Miðnámsskúlanum. Harav vóru 3 blankar atkvøður og 2 vóru ógyldugar Sostatt var valluttøkan fyri allan skúlan í meðal 71,40%. Tað er munandi betri enn seinasta ár, tá valluttøkan var 63,90% Størsta valluttøkan var á náttúrubreyt, har 80,40% greiddu atkvøðu.
Tað var Samfelagsfrøði A-flokkurin, sum saman við lærara teirra, Magnusi Samuelsen, ið skipaðu fyri valinum. Næmingaráðið fer nú at skipa seg, so tey kunnu fara til verka. Vallyftini vóru mong, so kanska nøkur av teimum fara at gerast veruleiki skjótt. Millum annað skal ráðið velja umboð í samstarvsnevndina á skúlanum, har samstarvað verður við lærararáðið og leiðslu skúlans.