Næmingar vitja virkir í Klaksvík
Saman við lærarunum í sølubúskapi, vinnubúskapi og altjóða búskapi hava næmingarnir í B20b verið á virkisvitjan í Klaksvík. Fyrst vitjaðu tey Fríðu Kaffihús, ið júst er flutt í nýggj hølir á Biskupstorgi. Har greiddi stjórin, Mimmy Vágsheyg, frá virkseminum og frá teimum royndum, hon hevur við at seta nýggja fyritøku á stovn.
Síðan var farið á gátt hjá plastvirkinum, LookNorth, har stjórin, Árni Skaale greiddi frá og vísti næmingunum framleiðsluhølini. Framleiðslan hjá LookNorth byrjaði við flamingokassum til fiskaídnaðin, men er síðan víðkað við m.ø. flot til aliringar, bjálvingartilfar til byggivinnuna og ymiskar sproytustoyptar vørur.
Virkisvitjanir eru fastur táttur í undirvísingini á Búskaparbreyt, og sambært lærunum, Brandi Sjúrðasyni, Margrethu Petersen og Hjalta Dalheim, eydnaðist túrurin í Klaksvík stak væl. Næmingarnir kendu seg vælkomnar og lærdu eina rúgvu.