Næmingar til íverksetaradag

Tann 10. september fóru nakrir flokkar í búskaparbreytini á ársins íverksetaradag. Dagurin verður hildin í Norðurlandahúsinum og heiðrar føroyska íverksetan.

Skráin í ár var sera fjølbroytt og spennandi. Eitt nú helt Jákup Brúsá ein fyrilestur um marknaðarføring á sosialu miðlinum, og Maibritt Højgaard lýsti sálarligu avbjóðingarnar við íverksetan.

Eisini greiddi Rúnar Reistrup frá um lívið sum íverkseti og um góðu úrslitini, hann sjálvur hevur nátt. Dagurin endaði við, at Bárður Nielsen, løgmaður, handaði Granan til ársins íverseta, sum í ár var Breyðvirkið.

Alt í alt var talan um ein sera góðan og læruríkan dag.