Fleiri norðuratlantiskir flokkar

Í summar byrjaðu 18 næmingar á Kambsdali, sum hava eina heilt serliga bakgrund. Tað er ein norðuratlantiskur flokkur, sum aftur í ár tekur fyrru helvt av øðrum ári í Føroyum. Fyrsta árið tóku tey í Danmark, seinnu helvt av øðrum ári skulu tey til Íslends, og triðja árið taka tey í Grønlandi.

Í fjør hevði Miðnám á Kambsdali eisini ein norðurlendskan flokk í eitt hálvt ár. Tað er nakað serligt, at tað ikki bara er føroyskt í verður talað í gongdunum, men at vit eisini hoyra næmingar práta á donskum, íslendskum og grønlendskum.

Norðurlendsku næmingarnir búgva hjá vertsfamiljum og taka lut í frítíðarvirksemi, sum teimum dámar. Í skúlanum hava tey vanliga undirvísing, taka lut í okkara tiltøkum, tey gjørdu t.d. sítt íkast á árliga ítróttardegnum, og tey hava eisini verið á setursskúla á Sandi.

Norðuratlantiski studentaflokkurin (NGK) var sett í gongd sum ein royndarverkætlan í 2019, og arbeiðið og samstarvið hevur eydnast somikið væl, at avgerð nú er tikin um, at leingja royndartíðina við fimm árum. Tað vil siga, at trý tey næstu árini fara føroyskir næmingar at kunna søkja inn á ein flokk, sum sleppur at ganga í fýra ymiskum londum.

Altjóða samskiparin á Miðnámi á Kambsdali, Magni Høgnesen, fegnast um avgerðina at fáa tríggjar nýggjar árgangir við norðuratlantiskum studentaflokkum.

– Vit trúgva, at næmingar í norðuratlantiska studentaflokkinum fáa nakað heilt serligt við sær við at vera í hesum flokkinum. Í norðuratlantiska økinum hava vit ein sterkan mentanarligan felagsskap, sum vit leggja serligan dent á. Næmingarnir lesa og búgva í fýra londum, sum hava nógv til felags, men sum eisini geva næmingum hvør sítt serliga fokus á norðuratlantiska fakligheit.

Niðanfyri eru myndir frá NGK-flokkinum, sum er á Kambsdali í løtuni.

Til ber eisini at fylgja flokkunum á Instagram og síggja, hvat flokkarnir, sum nú eru í Danmark og Grønlandi, fáast við.

https://www.instagram.com/ngk2019_2022/

https://www.instagram.com/ngk_2020_23/

https://www.instagram.com/ngk_2021_2024/

Meira kunning um upptøku í NGK-flokkinum er á: https://www.nordatlantisk.dk/foroyskt/

Norðuratlantiski studentaflokkurin er eitt serstakt útbúgvingartilboð til næmingar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi, ið ynskja at uppliva norðuratlantiska økið og samstundis fáa eina studentsútbúgving.

Í norðuratlantiska studentaflokkinum ganga næmingar úr teimum fýra londunum í sama flokki í trý ár. Flokkurin hevur sín egna náttúruvísindaliga vanga við lærugreinunum biotøkni, arktiskari tøkni, støddfrøði og alisfrøði.

Sum næmingur í norðuratlantiska flokkinum tekur tú 1. árið á Gribskov Gymnasium, 2. árið á Miðnámi á Kambsdali og á Verzlunarskóla Íslands í Reykjavík og 3. árið í Sisimiut.

Umsóknarfreistin er 1. mars 2022