Nýmannaða næmingaráðið á dalinum

Nývalda næmingaráðið hevur havt sín fyrsta næmingaráðsfund. Her eru tey fimm, frá vinstru, Sesilia Feilberg í N20x, Sára Bertholdsen í H19a, Bergur Poulsen úr B19d, Jan Tórheðinsson í N20x og Pól Johannus T. Larsen í H20b.

Nýggi næmingaráðsformaðurin fegnast um at vera afturvaldur. Hann heldur, at tað er kanska lættari at fáa nógvar atkvøður, tá ið man gongur á triðja ári, tí tá kenna fleiri næmingar persónin, sum stillar upp. Hann ætlar sær at arbeiða fyri at skapa hugna á skúlanum – so spennandi tiltøk og veitslur eru millum málini, sum hann ynskir at arbeiða fyri.

Umframt tey fimm á myndini eru Mirjam Glerfoss í B20b og Lena Maria Joensen í B19b eykavaldar. So tað kann væl vera, at tað eisini fer at verða brúk fyri teimum.