Nógv vitjandi á skúlanum í heyst

Miðnámsskúlin á Kambsdali hevur í heyst havt fleiri vitjanir. Talan er um ymisk samstørv og verkætlanir, sum skúlin tekur lut í. Fáar vitjanir vóru seinasta ár vegna koronafarsóttina, og eisini tí hava fleiri næmingar og lærarar í størri mun leitað sær til Føroyar seinastu tíðina.

Í september vitjaðu millum annað tvey umboð frá Gribskov Gymnasium norðuratlantiska flokkin, sum gongur á Kambsdali hetta hálvárið. Tey ynsktu at fáa innlit í skúlagongdina og gerandisdagin hjá næmingunum. Norðuratlantisku næmingarnir, sum ganga her hetta hálvárið, byrjaðu sína útbúgving í Danmark seinasta ár og halda so á fram í Reykjavík og í Sisimiut eftir jól.

Eisini vitjaði ein flokkur av Tietgen Handelsgymnasium Pól Esper Hansen og næmingar hansara í altjóða búskapi. Tey hava samstarvað umvegis Nordplus-skipanina og millum annað vitjað Bakkafrost og SEV saman. Eisini ein altjóða HTX flokkur av Aalborg Tekniske Gymnasium hevur vitjað. Og í sambandi við hesa vitjanina skipaði Magnus Samuelsen, lærari í søgu og samfelagsfrøði, fyri at næmingarnir fingu høvið at arbeiða við Ríkisfelagsskapinum og ungdómi og at leggja avrikini fram fyri hvørjum øðrum.

Eisini tvey umboð frá Verzlunaskúla Íslands vitjaðu norðuratlantiska flokkin á Kambsdali áðrenn heystfrítíðina og fingu innlit í skúlagongdina og gerandisdagin hjá næmingum í NGK-flokkinum. Tað var talan um Berghild Helgu Sigurþórsdóttir og Ármann Halldórsson, sum síggjast á myndini saman við Mariu Gregersen, lestrarvegleiðara og Honnu Jensen, rektara.