James Bond á Trøllanesi


Heilt síðani 1962, hevur søgan um stílfulla, raska og smarta, bretska loyniløgreglumannin, James Bond, hugtikið filmsáhugaði kring allan knøttin. Og nú eru 25 slíkir filmar gjørdir; og tann seinasti í røðini, ið hevði eina fíggjarætlan á 1-2 milliardir krónur, er millum annað upptikin á Trøllanesi á Kalsoynni. Og eitt lið, sum taldi næstan 100 føroyingar, hjálpti til, tá ið upptøkur vóru gjørdar fyri tveimum árum síðani.

Hetta áhugaverda evnið valdu N21X og N21Y-flokkarnir at hugsavna seg um á evnisdøgunum beint undan heystfrítíðini. Man skuldi ikki trúð, at bretski 007-agenturin og Trøllanes hóska væl saman, men eftir frumframførðsluna av fimmogtjúgunda 007-filminum í røðini – ‘No Time to Die’ – hóskar hetta nú sum fótur í hosu. Umframt eina vitjan í Havnar Bio, har spentu næmingarnir hugdu eftir longsta James Bond-filminum í filmssøguni, vitjaðu næmingarnir eisini á lýsingarfyritøkuni, Sansir, har stjórin, Tór Verland Johansen, greiddi frá um branding av Føroyum sum ferðamannalandi, og hvussu Føroyar kunna brúka ein film sum James Bond í lýsingarhøpi. Sansir hevur gjørt tær allar kendastu lýsingarnar fyri Visit Faroe Islands seinastu árini – og tey hava vunnið fleiri altjóða virðislønir fyri reklamuátøkini. Mong kenna kanska Sheep-View, Remote-Tourism og Google-Translate átøkini. Fyritøkan, Sansir, eigur eisini blaðið ‘Kvinna’ – sum eisini partvís er eitt reklamublað – og tað greiddi stjórin eisini næmingunum frá um.

Dagin eftir vitjaðu flokkarnir so í Kalsoynni, har ið ‘The King of Kalsoy’ – Jóhannus Kallsgarð bóndi á Trøllanesi – tók ímóti og greiddu frá um slakt, seyð og upptøkurnar av seinasta James Bond-filminum, sum fóru fram loyniliga á Trøllanesi fyri tveimum árum síðani. Annars hevði bóndin nógv at gera, tí somu viku fletti hann eisini 300 seyðir.  Myndir av Trøllanesi og Kalsoynni eiga ikki so nógvar minuttir í nýggja filminum, men kortini eru hesar  hendingarnar sentralar og sera týdningarmiklar í søguni – so tað er einki at ivast í, at náttúruperlan norðast á Kalsoynni, Kallurin, nú veruliga er komin á filmsheimskortið. Og tey fáu fólkini, sum búgva á Trøllanesi, halda seg nú onkusvegna ‘eiga’ bretska 007-agentin. Og hetta ætlar spenti bóndin at gera sær dælt av. – Hann væntar mong ferðafólk, og tey skula vera hjartaliga vælkomin.

Afturkomin av einum frálíkum gongutúri á Kallinum, fekk hópurin flógvar pannukøkur, sum nakrir raskir næmingar í flokkinum høvdu bakað í bygdaskúlanum á Trøllanesi – og so kundi heystfrítíðin byrja. Í hesum sambandi var tað eisini áhugavert hjá ferðalagnum av Kambsdali at hoyra, at júst lítli bygdaskúlin á Trøllanesi varð brúktur sum ‘base camp’, tá ið útlendska filmsliðið vitjaði. Toymislærararnir hjá N21X og N21Y flokkunum, Helena Hansen, Boban Ilic og Jóannes Næs Petersen, lata væl at evnisdøgunum. Á heimleiðini steðgaði ferðalagið – í besta James Bond-stíli – við standmyndina av einari lekkrari og sera flottari havfrúgv! Hetta hildu næmingarnir eisini vera spennandi. Men bussførarin vildi tó vera við, at talan ‘bara’ var um kópakonuna í Mikladali 🙂

James Bond, spældur av Daniel Craig, skimast upp í luftina til seinast í 007-filminum ‘No Time to Die’, meðan Búgvin, Mýlingur og Risin og Kellingin hómast í havsbrúnni. Nú halda fólk á Trøllanesi onkusvegna, at tey ‘eiga’ bretska agentin.