Fjarundirvísing í tvær vikur

Í viku 12 og 13 verður øll undirvísing á Miðnámi á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeiði skipað sum fjarundirvísing eftir vanligu tímatalvuni.

Fríggjadagin 13. mars møta næmingar og lærarar eftir eini avmarkaðari tímatalvu, so neyðug kunning og fyrireiking kann gerast.

Leiðslan, skrivstovan, lestrarvegleiðingin og KT-vegleiðingin verða tøk hesar báðar vikurnar frá 8 til 15.