DELF royndir í apríl
Í tíðarskeiðnum 20. til 24. apríl verður aftur møguleiki at taka ein DELF roynd í fronskum máli í Miðnámi á Kambsdali. DELF stendur fyri “Diplôme d’études en langue franҫaise” og er viðurkend roynd, sum franski staturin bjóðar út í meira enn 170 londum.
Eitt DELF prógv váttar málsligu førleikarnar og kann brúkast til upptøku til útbúgvingar og starvssetanir, har franskt mál er viðkomandi. Í royndini verða teir fýra samskiftisførleikarnir kannaðir: at skilja skrivað franskt, at skilja talað franskt, at skriva franskt og at tosa franskt.
Málroyndin er skipað eftir felags evropeiskum leisti, les nærri á heimasíðuni hjá Evroparáðnum. Miðnám á Kambsdali bjóðar roynd í “DELF scolaire” í torleikastigunum: A1, A2 og B1, har A1 er lættasta stig.
Fransktlærararnir, Hanna Jensen og Kristianna Winther Poulsen, eru góðkendir próvhoyrarar og próvdómarar til DELF royndirnar. Tær eru skúlaðar frá franska stovninum, Institut Franҫais, í Keypmannahavn.
Tekning fer fram hjá Honnu Jensen á hje@kambsdalur.fo ella á telefon 211057. Hanna kann eisini svara møguligum spurningum um DELF royndirnar.