Upptøka á úrvalslið
Aftur í ár hava Miðnám á Kambsdali og Fótbóltssamband Føroya eitt serligt tilboð til teirra, ið vilja samantvinna miðnám og fótbólt.
Talan er um FSF Úrvalstilboðið, har næmingar við góðum fótbóltsførleikum fáa tvær morgunvenjingar um vikuna. Venjingarnar liggja í skúlatíð, týsdag og hósdag kl. 08:00 – 09:30, og eru skipaðar í samráð við skúlan.
Venjingin verður skipað av vælútbúnum venjarum, og venjingarætlanirnar verða lagdar til rættis av fótbóltsmennarunum í FSF.
Kostnaður fyri at luttaka á FSF Úrvalstilboðnum er 300 kr. um mánaðin (í 10 mánaðar = 3.000 kr./árið).
Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Freistin at søkja inn á FSF Úrvalstilboðið (skúlaárið 2020/2021) er sunnudagin 15. mars 2020.
Meira kunning er á heimasíðuni hjá FSF.
Myndin er frá fyrstu venjingini hjá úrvalsliðnum hetta skúlaárið.