Fyrsta prógvhandan í ár
Miðnám á Kambsdali hevur longu havt sína fyrstu prógvhandan í ár. Tað er Eleina Berg, sum hevur lokið útbúgving sum skrivstovufólk við sergrein í fyrisiting.
Eleina hevur verið í læru á skrivstovuni á Miðnámi seinastu tvey árini, og ástøðiligu skeiðini hevur hon tikið á Glasi í Havn.
Tað var soleiðis í leiklutinum sum arbeiðsgevari, at Páll Isholm kundi handað Eleinu prógv.