Nú er klárt at søkja inn á akademiútbúgvingina
Í heyst bjóðar Miðnám á Kambsdali tvær lærugreinar út á AÚ.
Lærugreinarnar eru:
Leiðsla í verki; lærugreinin er fyri øll sum á ein ella annan hátt hava við leiðslu at gera, og sum vilja fáa meira at
vita um tað grundleggjandi innanfyri leiðslu.
Búskaparstýring í verki; lærugreinin gevur tær førleikar at arbeiða sjálvstøðugt innanfyri búskaparliga ráðlegging og
stýring.
Akademiútbúgvingin á Miðnámi á Kambsdali er fyri fólk, sum vilja førleikamenna seg innan leiðslu og tað merkantila økið.
Freistin, at melda seg til akademiútbúgvingina, er mánadagin, 11. august 2025.
Upptøkutreytir o.a. sæst á heimasíðu skúlans. Meira kunning um og tilmelding til lærugreinarnar finst her.