AÚ prógvhandan

Í gjár fingu fýra lesandi AÚ prógv handað. Akademiútbúgvingin – stytt AÚ – er parttíðar útbúgving tilteirra, sum hava starv og ynskir eina framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi. Møguleiki er at taka stakar lærugreinir ella eina heila útbúgving. Tey í fingu prógv í gjár, hava øll tikið fulla útbúgving, ið endar við eini verkætlan. Umframt Christian Joensen, rektara, so segði Jákup Bech Jensen, sum hevur undirvíst teinum lesandi, nøkur orð.

Myndatøka: Kristfríð Tyril / momo

Frá vinstru: Janus Rasmussen, Tóta Jefrisdóttir Akursmørk, Jonna Joensen, Una Hansen, Jákup Bech Jensen (lærari).