Opið hús á Klaksvíkar HF-skeiði 13. mars

,

Nú umsóknarfreistin til miðnám nærkast, so verður opið hús á Klaksvíkar HF-skeiði 13. mars kl.19 – 21.

Greitt verður frá hesi dygdargóðu tvey-ára longu útbúgvingini ‘fyrireikingarbreyt’ – ofta nevnd HF – og frá øllum teimum møguleikunum, sum breytin letur upp fyri til víðari útbúgving. Kunnað verður eisini nærri um ymsu vallærugreinirnar, sum verða bodnar út, og høvi verður at tosa við lærarar og lestrarvegleiðara, so ein fær vent ymsum spurningum og ivamálum.

Ein kaffiløta við góðum afturvið er eisini á skrá, og høvi verður at kunna seg um lestrarumhvørvið á Klaksvíkar HF-skeiði. Og hevur onkur tørv á eitt sindur av hjálp við sjálvari umsóknini, so er tað sjálvandi eisini ein møguleiki.

Hjartaliga vælkomin á Klaksvíkar HF-skeið!