Miðnám á Kambsdali søkir eftir reingerðarfólki

,

Ert tú tænastusinnað/ur, álítandi og íðin, so hava vit kanska rætta starvið til tín. Vit sóknast nevniliga eftir

reingerðarfólki at vera partur av okkara tænastutoymi.

Talan er um tímalønt starv og arbeiðstíðin verður avtalað eftir tørvi, men roknast kann við

umleið 6 tímum hvønn skúladag. Eisini kunnu væntast eyka uppgávur, tá eingin skúlagongd er.

Starvið verður lønt sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknarfreistin er 3. september 2025.

Umsóknin skal sendast til:

Miðnám á Kambsdali

Dalsvegur 1

Kambsdalur

530 Fuglafjørður

ella við telduposti til:

ums@kambsdalur.fo

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súsonnu Hansen á telefon 252323.