Soleiðis verða próvtøkurnar í summar
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur tikið avgerð um, at broytingar verða í próvtøkunum á miðnáms- og yrkisskúlunum í ár. Orsøkin til broytingina er íkomna støðan við Covid-19.
Í høvuðsheitum merkja broytingarnar, at 3. árs næmingar á øllum breytum skulu til tvær próvtøkur, 2. árs næmingar á Fyrireikingarbreytini skulu til fýra próvtøkur og næmingarnir í 1. og 2. s skulu ikki til próvtøku í summar.
Miðnámsskúlar
Seinasti undirvísingardagur hjá endaflokkunum er 15. mai 2020. Próvtøkuætlanin og ársmetini hjá endaflokkunum verða kunngjørd næmingum og lærarum hendan dagin.
Farið verður til próvtøku eftir hesum leisti:
Gymnasialt miðnám | Skrivligar próvtøkur | Munnligar próvtøkur | Próvtøkur tilsamans |
3. árs næmingar á HUG, BÚS, NÁT, TIL, TØK | Øll skulu til próvtøku í føroyskum. | Øll skulu til próvtøku í einari lærugrein sambært raðfestingarlistanum. | Tvær: ein skrivligog ein munnlig.Í restina av lærugreinunum,sum trektar erutil próvtøku,verður ársmetiðgivið sum próvtal. |
2. árs næmingar á FYR | Tvær lærugreinar.Øll skulu tilpróvtøku í føroyskum. Hartil einari sambært raðfestingar-listanum. | Tvær lærugreinar.Øll skulu tilpróvtøku í føroyskum.Hartil einari sambært raðfestingar-listanum. | Fýra: tværskrivligar ogtvær munnligarÍ restina av lærugreinunumverða ársmetgivin sum próvtøl. |
1. og 2. árs næmingar á HUG, BÚS, NÁT, TIL, TØK | Eingin.Í lærugreinum,sum trektareru til próvtøku, verður ársmetiðgivið sum próvtal. | ||
1.árs næmingar á FYR | Eingin.Í lærugreinum,sum enda í ár,verða ársmetgivin sum próvtøl. | ||
Næmingar, sum taka útbúgvingina yvir fleiri ár, ogeru á næstsíðsta ella síðsta ári. | Til próvtøku í føroyskum, um tey enda hesa lærugreinina í ár. | Serstøk próvtøkuætlan. | Serstøk próvtøkuætlan.Í restina av lærugreinunum,sum trektar erutil próvtøku,verður ársmetiðgivið sum próvtal. |
Stakgreinalesandi | Í mesta lagifýra próvtøkur.Miðað verðureftir, at tværeru skrivligar ogtvær munnligar.Í restina av lærugreinunumverða ársmet givin sum próvtøl. | ||
Sjálvlesandi | Til próvtøku íøllum lærugreinum. Onkur próvtøkakann verða flutt til sjúkrapróvtøku-skeiðið. | ||
Næmingar, sumeru frítiknir fyri próvtøku í føroyskum, vegna fremmandmálsligt bakstøði | Øll skulu til próvtøku í einari lærugrein. Miðað verður eftir, at hetta verður ein mállærugrein, t.d. enskt. | Øll skulu tilpróvtøku íeinari lærugrein sambært raðfestingar-listanum. | Tvær: einskrivlig og ein munnlig.Í restina av lærugreinunum, sum trektar erutil próvtøku,verður ársmetið givið sum próvtal. |
Serstøk próvtøkuætlan verður gjørd fyri næmingar, sum taka 3-ára útbúgving yvir fýra ár og fyri teir næmingar, sum taka útbúgvingina eftir serligari skipan.
Undirvísingin hjá næmingunum í 1. og 2. s umframt 1. árs næmingunum á FYR heldur fram eftir 15. mai, og ársmet verða givin seinasta skúladag, sum er 5. juni.
Yrkisútbúgvingar
Skúlagongdin hjá næmingum á yrkisútbúgvingunum byrjar aftur 20. apríl. Hædd verður tikin fyri tilmælunum hjá heilsumynduleikunum, og undirvísingin verður skipað sambært hesum.
Farið verður til próvtøku eftir hesum leisti:
Yrkisnám | Almennar lærugreinar | Yrkislærugreinar |
Bil, El, Maskin, Smiðja, Timbur, Hárfríðkan og Matvøra | Skúlin skipar sjálvurfyri innanhýsispróvtøkum ílærugreinum á D-,E- og F-stigi | Skúlin skiparpróvtøkurnar ísamráð viðYrkisdepilin. |
Støðisútbúgving innan fyrisitingarøkið,handilsøkið og skrivstovuøkið(FHS) | Næmingarnir faratil eina próvtøkusambært raðfestingar-listanum.Í restina av lærugreinunum,sum trektar eru til próvtøku, verðurársmetið giviðsum próvtal. | Næmingarnir fara til próvtøku í føstu verkætlanini. |
Støðisútbúgving innan fyrisitingarøkið,handilsøkið og skrivstovuøkiðStakgreinalesandi (lærlingar) | Næmingarnir faratil eina próvtøkusambært raðfestingarlistanum.Í restina av lærugreinunum verða ársmet givin sum próvtal. | Skúlin skiparhendan partin ísamráð viðYrkisdepilin. |
Klædnaatstøðingur og Tilvirkisatstøðingur | Skúlin skipar saman við Próvstovuni fyri próvtøkunum. | Skúlin skiparpróvtøkurnar ísamráð viðYrkisdepilin. |
Broytingarnar í próvtøkunum á miðnáms- og yrkisskúlunum líkjast teimum broytingunum, sum eru gjørdar í Danmark. Hetta hevur við sær, at einki verður broytt í mun til upptøku av føroyskum næmingum á donskum útbúgvingarstovnum.