Spilt spælidós vann stuttsøgukappingina
Vinnarin í árligu stuttsøgukappingini á Kambsdali var Marjuna Eyðunsdóttir Joensen í H23b fyri stuttsøguna ‘Spilt spælidós. Aðru virðisløn fekk Rebekka Reginsdóttir í B24d fyri stuttsøguna ‘Hjarta og skomm’, meðan triðja virðisløn fór til Naomi Polu Álvsdóttur Jøkladal í B24d fyri stuttsøguna ‘Meira enn bert ein kroppur.
Tað komu 14 stuttsøgurin inn til kappingina. Allar vóru áhugaverdar, men dómsnevndin metti, at hesar tríggjar skaraðu burturúr.




Grundgevingarnar vóru hesar:
Fyrsta virðisløn
Hvussu byrjar tú eina stuttsøgu? Heimskendi amerikanski stuttsøgumeistarin Raymond Carver segði, at hansara søgur oftast byrja beint áðrenn ein hending fer fram, sum broytir lívið hjá teimum, søgan er um. Vinnarasøgan í ár fylgir hesi uppskrift. Rithøvundurin tekur í søguni upp eitt sárt og áhaldandi aktuelt evni, nevniliga neyðtøku, og lýsir í stuttum og knøppum setningum álvarsomu avleiðingarnar, sum ein neyðtøka hevur við sær – bæði sálarliga, men eisini onkuntíð heilt ítøkiliga, í holdi og blóði. Søgan varpar ljós á ta læstu støðuna hjá kvinnum, sum koma soleiðis fyri, og serliga hjá teimum, sum ikki hava eitt sterkt netverk av vinum og familju at lofta sær. Frásøgnin verður livandi og viðkomandi gjøgnum skrivingarlagið, ið sum nevnt er eyðkent av stuttum, flákrandi setningum, sum endurspegla, hvussu ørkymlað kvinnan er, nú sannleikin ikki longur kann fjalast, men um eina løtu kemur fram í ljósið. Fyrsta virðisløn fer til Marjuna Eyðunsdóttir Joensen í H23b, fyri stuttsøguna “Spilt spælidós”.
Onnur virðisløn:
Hvat halda vit, at onnur halda um okkum? Hetta er ein spurningur, sum øll av og á gruna um. Serliga tá vit fáa nýggjar vinir og gerast forelskað og skulu lofta okkum í einum forholdið. Mótparturin veit jú einki um mín uppruna, mína familju og mítt heim. Skommin kann fylla nógv og kann gerast ein forðing fyri einum sunnum sambandi við onnur. Júst hetta er evnið í søguni, ið fær aðru virðisløn. Eitt viðkomandi evni í eini tíð. Søgan megnar úr sjónarhorninum hjá bæði gentuni og dronginum at lýsa veruleikakendar hugsanir og stúranir. Hon sigur okkum, at skommin ikki er nakað, okkum nýtist at ganga einsamøll við. Søgan er veruleikanær og er skrivað á einum góðum og livandi máli. Onnur virðisløn fer til Rebekku Róðinsdóttir í B24d fyri søguna Hjarta og skomm.
Triðja virðisløn
Søgan, sum verður heiðrað við triðju virðisløn, lýsir eina tvístøðu, sum kanska er meira vanlig, enn vit geva okkum far um. Ein ung genta vil vera saman við einum dreingi, og hann vil eisini vera saman við henni. Við hvørt. Í loyndum. Hvussu nógv skalt tú offra fyri at vera saman við tí, sum tú elskar? Stuttsøgan, sum vinnur triðju virðisløn, snýr seg um eina gentu, sum skal taka støðu til hendan spurningin. Søgan er væl skrivað. Tað hendir ikki nógv, men alíkavæl hendir nógv. Eini sms-boð, ein løta í einum kamari, ein tøgn. Ein genta, sum ikki verður sædd. Men sum kanska uppdagar seg sjálva. Triðja virðisløn fer til Naomi Polu Álvsdóttur Jøkladal í B24d fyri “Meira enn bert ein kroppur”.