Filmsfagnaður við trimum vinnarum

Á filmsfagnaðinum í ár blivu filmarnir Skitið gras, Føroyar sum statur 51 og BRIM kosnir vinnarar.

Skitið gras, sum Anna Katrin Mohr, Maria Mohr og Dávid Æðustein Busk, hava gjørt bleiv kosin besti stuttdilmur. Føroyar sum statur 51 sum Hanus Jógvansson og Asbjørn Bárðarson Nielsen hava gjørt, bleiv kosin besti dokumentarfilmur, og BRIM, sum Helena Elvadóttir Joensen, Eir Aviaya Mikkelsen og Anne Greta Jógvansdóttir Hansen hava gjørt, vann greitt áskoðaravirðislønina.

Í grundgevingini segði dómsnevndin um Skitið gras:

At skapa film snýr seg m.a. um at fortelja søgur, sum hangan saman frá hugskotið til handrit til mynda- og ljóð val, samanseting og endaligt snið. Hetta megnar ársins fiktiónsvinnari.

Anna Katrin Mohr og Maria Mohr vunnu virðisløn fyri besta stuttfilm.

Filmurin byggir á eitt viðkomandi evni. Drátturin millum innaru persónligar frustrationir og samfelagslig og altjóða rák eru greitt sett framm á ein álvarsaman, men samstundis humoristiskan og kveikjandi hátt. Handritið er avmarkað, so tað hóskar til ein stuttan stuttfilm. Heitið er fangandi og tvítýðugt og gevur filminum ein eyka týdning.

Filmisku valini og samansetingin eru væl frágingin. Bæði myndaval, rørslur, klipping og ljóðsnið. Hesi hanga væl saman við endamálinum við filminum, og sum hyggjari verður tú allatíðina hildin til og drigin longur inn í søguna. Vinnarin er Skitið gras.

Í grundgevingini segði dómsnevndin um Føroyar sum statur 51.

At blanda sjangrur er ein alsamt vanligari táttur í filmsgerð. Vit kunnu viðhvørt ivast, nær tað er fiktión, og nær er tað fakta. Faktión, infotainment og mokumentary eru sjangrur og hugtøk vit kenna frá hesum blandingssjangrum. Tó hava tær eitt til felags. Tær vilja fortelja okkum ein faktasøgu á ein øðrvísi hátt og eru tí meira fakta enn fiktión, og hyggjarin sleppur at vera virkin partur av a skapa innihaldið og týdningin.

Ársins faktavinnari megnar alt hetta á ein serstakligan góðan og fangandi hátt. Hetta er ramasti álvari um veruleikan í okkara tíð, sett fram við skemti og órealistiskum innihaldi, men veruligum persónum.

Filmurin er sera væl gjørdur. Upptøkurnar eru góðar, klipingin beinrakin, bygnaðurin greiður og rytmiskur, ljóðið sett væl saman og reyði tráðurin verður fylgdur allan vegin frá byrjan til enda. Og so er heitið genialt og sjálvfylgiligt samstundis. Vinnarin er Føroyar sum statur 51.