Stórur valfundur á Kambsdali 28. oktobur 2022

,

Miðnámsskúlin skipar fyri almennum fundi í ítróttarhøllini fríggjadagin, har floksformenninir fara at luttaka.

Fólkatingsvalið í Føroyum verður mánadagin 31. oktober. Tað er siðvenja, at Miðnám á Kambsdali skipar fyri stórum almennum valfundi síðsta skúladagin undan valdegnum, og soleiðis er tað eisini hesaferð.

Miðnám á Kambsdali hevur boðið floksformonnunum til fundar í morgin, fríggjadagin 28. oktober. Fundurin er settur at vera í ítróttarhøllini á Kambsdali í morgin, fríggjadagin 28. oktober, klokkan 13.15. Fundurin verður liðugur klokkan 15.

Umframt tey yvir 600, sum hava sína dagligu gongd í Miðnámi á Kambsdali, so eru eisini øll onnur áhugað vælkomin til fundar. Floksformenninir eru Christian F. Andreasen, Bárður á Steig Nielsen, Aksel V. Johannesen, Høgni K. Hoydal, Rutt Vang og Jenis av Rana. Orðstýrari verður Jóannes Hansen.

Royndirnar siga, at onnur valevni enn floksformenninir plaga at møta til sovorðnar fundir, og at valevnini plaga at syrgja fyri, at fundarluttakararnir kunnu fáa tilfar at lesa um flokkarnar og valevnini.

Fundurin verður skipaður við innleiðandi umfari, og so verður orðaskifti við støði í spurningum, sum næmingarnir fara at seta.

Undan fundinum hava næmingarnir atkvøtt, og áðrenn tað verður farið undir orðaskiftið, verður úrslitið av tí valinum kunngjørt.