Talgildismenning á Miðnámi á Kambsdali

Mánadagin 3/10 var aftur temadagur um talgildu snildirnar og avbjóðingarnar. Hetta er aðru ferð, at ein heilur dagur er settur av til at læra, venja og hugleiða um tøknina, sum hevur við skúlaarbeiðið at gera, men eisini alla ta tøkni, sum vit hava uppi á okkum dagliga og nýta mest sum allatíðina.

Í fjør var dagurin avmarkmaður til fyrsta árgang, og var endamálið at styrkja førleikar til teldunýtslu. Serligur dentur varð lagdur á handfaring av fílum á telduni og í “skýnum”, umframt aðrar praktiskar kt-førleikar. Krøvini til telduførleikar á miðnámi eru størri enn næmingarnir eru vanir við frá fólkaskúlanum, har kt-arbeiðið í stóran mun er netborið. Hetta merkir, at næmingarnir skulu læra nýggjar arbeiðshættir og  eisini læra at handfara og umsita egna teldu.

Í ár varð farið víðari við hesum sama árgangi, sum nú er á øðrum skúlaári, so tey kundu fáa høvi at menna sínar førleikar til at meta um leiklutin hjá tøkni. Umframt ymiskar verkstovur til handfaring av Office-amboðum, vóru trý evni viðgjørd. Evnini vóru “Tøknin sum tænari ella harri” við Jan Ziskasen, stjóra á Føroya Tele, “Hagtøl og fakta, í staðin fyri at gita” við Erlu Thorsteinson og Simonu Nielsen frá Hagstovuni og “Falstíðindi og keldukritikkur” v/Páll Isholm.

Fyrsti árgangur í ár fekk so eina dagførda útgávu av tiltakinum, sum varð ment í fjør. Eitt nú vóru næmingarnir bólkaðir eftir telduslagi og -førleikum. Leisturin var nøkulunda tann sami sum í fjør, men við ávísum tillagingum av uppgávunum til ávikavíst Windows- og Mac-brúkarar.

Tað vóru Doris Djurhuus, lærari í kunningartøkni og KT-umsitari, eins og Christian Joensen, lærari í forritan, støddfrøði og alisfrøði, sum fyrireikaðu og skipaðu skrá og innihald.”

Sum heild ein fjølbroyttur og mennandi dagur!