Alment kunningartiltak
Mikukvøldið 5. februar frá 18 til 21 skipar Miðnám á Kambsdali fyri almennum kunningartiltaki í skúlanum.
Freistin at søkja til miðnám komandi skúlaár er 15. mars. Í tí sambandi vil Miðnám geva foreldrum, avvarðandi og ungum høvi at vitja skúlan, síggja umstøðurnar, fáa kunning um breytir og møguleikar og práta við lestrarvegleiðarar.
Kunningarkvøldið byrjar klokkan 18, men fólk eru vælkomin alt kvøldið. Framløgur um tær sjey breytirnar í Miðnámi verða klokkan 18.20, 19.20 og 20.20. Rundvísingar verða klokkan 18.40, 19.40 og 20.40.
Harumframt verða básar við kunning um Norðuratlantiskan studentaflokk, FSF úrvalstilboð, Musikkskúlamiðnám og nýtt samstarv millum Parasport Føroyar og Miðnám á Kambsdali. Eisini verður høvi at fáa eitt prát við lestrarvegleiðarar skúlans.
Øll eru hjartaliga vælkomin á Kambsdali mikudagin millum 18 og 21.