Søk inn á Miðnám á Kambsdali!

Tey, sum ætla at søkja inn á eina av útbúgvingunum á Miðnámi á Kambsdali, kunnu nú skriva seg inn gjøgnum heimasíðuna “Innskriving”. Leinki og vegleiðing til “Innskriving” er her: Mentamálaráðið – Umsóknarblað…

Nógv vitjandi á skúlanum í heyst

Miðnámsskúlin á Kambsdali hevur í heyst havt fleiri vitjanir. Talan er um ymisk samstørv og verkætlanir, sum skúlin tekur lut í. Fáar vitjanir vóru seinasta ár vegna koronafarsóttina, og eisini tí hava fleiri næmingar og…

Fab Lab á Kambsdali Ársins átak 2018

Á árliga vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag bleiv Fab Lab á Kambsdali kosið Ársins átak 2018. Í grundgevingini segði dómsnevndin m.a.: “At tað er alla æru vert, at stigtakararnir til fyrsta FabLab, fyrsta fabrication…

Fab Lab fingið heimasíðu

Í dag bleiv heimasíðan hjá Fab Lab á Kambsdali almannakunngjørd. Tað er Estra sum hevur sniðgivið heimasíðuna. Fab Lab er ein verkstova við tøkni og tólum til at gera nærum, hvat sum helst. Fab Lab smiðjan gevur ungum…

Lestrarvegleiðingin nýggjar upplatingartíðir

Lestrarvegleiðingin er ein tænasta á skúlanum, sum næmingar frítt kunnu gera brúk av. Lestrarvegleiðingin tekur sær av kunningini um útbúgvingarnar á skúlanum, og kann vegleiða í viðurskiftum í samband við útbúgvingina,…

Miðnámskórið byrjar aftur

Hey allir allir næmingar á Miðnámi á Kambsdali. Nú er tíðin komin, har vit byrja kórvenjingarnar aftur. Vit fara at gera á sama hátt sum seinasta skúlaár, og tað vil stutt siga, at vit í stakari viku syngja ein blokk…

Spennandi tiltak á Tjóðsavninum 20. sep.

Spennandi arktisk vísindi til føroyskar skúlar á Tjóðsavninum tann 20. sep kl 14:00. Hósdagin 20.september kl. 14 bjóðar Jarðfeingi til alment tiltak um, hvussu skúlar kunnu brúka arktiska náttúruvísindi til at kveikja…

KFS á Kambsdali

Á Miðnámi á Kambsdali er ein felagsskapur sum eitur ‘KFS á Kambsdali’. KFS stendur fyri Kristiligur Felagsskapur fyri Skúlaungdóm, og er ein felagsskapur sum er í flestum miðnámsskúlum í Føroyum. Í KFS verður tað skipað…

Úrslitið av næmingaráðvalinum

Týsdagin var næmingaráðsval á skúlanum. Gunnar Eihilt Sivertsen út B17b gjørdist stóri sigursharrin við ikki færri enn 120 atkvøðum. Hann fekk nærum 100 atkvøður fleiri enn nummar 2 á listanum. Valluttøkan var 74,5% ella…

Næmingar fingið DELF prógv í fronskum

Aftur í ár hava nakrir næmingar Miðnámi á Kambsdali tikið DELF test og fingið prógv um eitt ávíst støði í fremmandamáli. Myndirnar eru av Magnusi Tróndheim, sum er ein av fyrstu næmingunum á Búskaparbreytini á Kambsdali,…

Sjúkt sunn

Hósdagin 30/8 og fríggjadagin 31/8 sluppu yvir 200 næmingar á skúlanum at síggja leikin “Sjúkt sunn”, sum Tjóðpallurin ferðast runt í Føroyum við. Leikurin er ætlaður bæði ungum og vaksnum, og vóru nógvir av næmingunum…

Tá Økotussi bleiv doyptur

Í samband við eina grein sum vit eru í gongd við at skriva til árbókina hjá skúlanum, komu vit fram á hesa myndina. Økutussi er navni á bátinum sum verður brúktur til at gera ymiskar lívfrøðiligar kanningar við. Vit halda…