Fríðrikur kongur vitjaði NGK í Gripskov
Fríggjadagin 28. november vitjaði Fríðrikur kongur norðuratlantiska miðnámsflokkin NGK, 1.n, á Gribskov Gymnasium. Flokkurin er setttur saman av næmingum úr Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Danmark. Næsta skúlaár kemur hesin flokkur at ganga á Kambsdali, og triðja árið gongur flokkurin í Sisimiut í Grønlandi.
Vitjanin byrjaði á rektaraskrivstovuni, har teir tríggir rektorarnir høvdu eina samrøðu við kong um NGK-skipanina. Síðani var farið víðari til næmingarnar, sum kunnaðu um gerandisdagin á skúlanum. Ringt var eisini við video til 2.n á Kambsdali og 3.n í Sisimiut. Kongur vísti áhuga og hevði ymiskar spurningar til næmingarnar, og hann rósti teimum fyri dirvið at velja hendan háttin at taka miðnám.
Miðnám á Kambsdali fegnast um at vera partur av hesum norðuratlantiska samstarvi og gleðir seg at taka ímóti hesum NGK-flokki komandi skúlaár.
Meira kunning um NGK fæst her.






