10 ár við inklusjón

Í gjár, mánadagin 24. november, var hátíðardámur á Kambsdali. Miðhøllin var stúgvandi full av fólki. Framførslur, røður, jólasøla, gott lag og nógvar kenslur fyltu høllina. Hví? Jú, tí Serbreytin fylti 10 ár. Serbreytin á Kambsdali slóðaði fyri, og í dag er hon ein sjálvsagdur partur av einum føroyskum miðnámsskúla. Hon er ein sólskinssøga um tann inkluderandi skúlan.

Á hátíðarhaldinum vóru fleiri røður og gávuhandanir, men hæddarpunktið var uttan iva framførslan hjá bólkinum Icebreakers, mannaður við næmingum og lærarum á serbreytini. Tey framførdu Fix You hjá Coldplay. Serstakliga rørandi bleiv tað, tá stóra skúlakórið við 60 næmingum steig á pallin móti endanum av sanginum. Mong eyguni blivu blonk í høllini hesa løtuna, og var hetta inklusjón í verki og ímyndaði væl hesi 10 árini.

Myndir frá tiltakinum síggjast her.

Ein íløga í framtíðina

Landsstýrismaðurin, Djóni N. Joensen, helt røðu og legði dent á, at serbreytin er ein íløga heldur enn ein útreiðsla:

“Serbreytin er eisini ein samfelagslig íløga. Hvørja ferð vit geva einum ungum menniskja møguleikar, minkar tørvurin á hjálp seinni. Fleiri gerast sjálvstøðug, fleiri koma í starvsvenjing, og nógv geva aftur til samfelagið – bæði í arbeiði og í virðisøking.”

Hann minti eisini á, at serbreytin er nógv meira enn ein breyt:

“Serbreytin kann vera lopfjølin, sum ger munin. Her kunnu næmingarnir fáa styrkina, trúnna og áræði, sum skal til fyri at liva eitt virðiligt og innihaldsríkt lív. Tað er júst her, at dreymar fáa røtur.”

Frá hugsan til veruleika

Vararektarin, Óli Wolles, greiddi í síni røðu frá, hvussu tilgongdin byrjaði longu við Salamancayvirlýsingini í 1994 og ST-sáttmálanum í 2006, ið bleiv samtyktur á Føroya løgtingi í 2009. Í 2014 varð arbeiðsbólkur settur at fyrireika miðnámstilboð, og um ársskiftið 2014/15 handaði hann landsstýrismanninum Bjørn Kalsø álit.

“Hetta vísir okkum, at hóast alt ikki kemur eftir einum degi, so roynist tað tunga takið í longdini. Legg lítið við lítið, tað verður stór rúgva umsíður, sigur orðatakið.
Fyri 31 árum síðan varð fyrstu ferð mælt til eina innkluderandi skúlaskipan; fyri 19 árum síðan staðfest í ST; fyri 16 árum síðan bant Føroya løgting seg til at virka fyri eini innkluderandi skúlaskipan á øllum stigum; og fyri 10 árum síðan varð henda skúlaskipan sett í verk á miðnámsøkinum við serbreytini á Kambsdali,”
segði Óli.

Fyrimyndir og trivnaður

Útbúgvingarleiðari í dag er Sunneva Lambavík. Í røðu sínari legði hon dent á virðing og trivnað:

“Serbreytin er, og eigur at vera, eitt stað har tað er gott at vera. Har vit koma hvørjum øðrum við, bjóða hvørjum øðrum av, síggja styrkirnar í hvørjum øðrum og byggja á tær. Vit hava sett okkum sum mál á serbreytini, at vit skulu flenna hvønn dag, virða hvønn annan og áskoðanir hjá hvørjum øðrum.”

Hon minti eisini á, at næmingar á serbreytini eru fyrimyndir fyri hini – m.a. í handfaringini av telefonini, sum mangan kann vera ein bági fyri sosialu bondini millum ung.

“Tað er ein fragd at síggja, hvussu nógv tit eru saman í fríkorterinum. Tit spæla spøl, arga hvønn annan, rópa, fjasa, hjálpa hvørjum øðrum, samstarva, práta og tekna. Tað er so stuttligt at síggja, hvussu væl tit duga at hugna tykkum og at vera saman.”

Skúlakór og 10-árs plakat

Á tiltakinum framførdi stóra skúlakórið tveir sangir: Regnið eftir Teit Lassen í útseting eftir John Høybye og Together hjá The Beatles. Kórið bleiv stjórnað av tónleikalæraranum Randi Hansen og taldi umleið 60 sangarar.

Ein serlig føðingardagsplakat varð framleidd til dagin. Næmingar á serbreytini hava sniðgivið hana við íblástri frá verkum eftir William Heinesen. Rektarin, Christian Joensen, handaði fýra lyklapersónum í stovnsetanini av serbreytini hvør sína plakat. Hesi vóru Bjørn Kalsø, fyrrverandi landsstýrismanni, Páll Isholm, fyrrverandi rektara, Óla Wolles, vararektara, og Naina Jacobsen, fyrsta toymisleiðari á serbreytini. Eisini fekk Djóni N. Joensen plakat handaða. Ein serlig gáva varð givin Boga Petersen, sum hevur starvast á breytini øll 10 árini.

Eftir hátíðarhaldið var ábit, kaffimuður, jólasøla og hugni á skránni.