Fyrsti serbreytarflokkurin floygdur
20. juni var ein søguligur dagur á Kambsdali. Fyrsti miðnámsskúlaflokkurin eftir nýggju skipanini fyri Serligt skipað miðnám fekk nevnilig húgvuna. Hetta er eitt stórt framstig fyri at tryggja rættindum hjá fólki við serligum avbjóðingum í samfelagnum.
Vakra nýggja húgvan, sum nú er at síggja millum floygdu pisurnar, hevur svartar, gular og grønar strípur. Litirnir bera boð um orku, vón, vøkstur og styrki. Hetta eru eginleikar, sum eyðkenna hesi ungu, sum í gjár við stoltleika kundu gleðast um fýra mennandi og minnilig ár á Kambsdali.
Týsdagin klokkan 11 verður próvhandanin hjá Serbreytini á Bókasavninum á Kambsdali. Til próvhandanina fara Hanna Jensen, landsstýriskvinna, og Ann-Mari Ejnarsdóttir Bruun, næmingur, at halda røðu.
Vit ynskja hesum seks ungu pisunum hjartaliga til lukku og blíðan byr á lívleiðini.