Kunningarfundur fyri nýggjar næmingar, foreldur og avvarandi 11. juni kl.19.00
Hósdagin 11. juni klokkan 19 verður kunningarfundur á Kambsdali fyri allar næmingar og foreldrum/avvarandi teirra, ið skulu byrja á skúlanum eftir summarfrítíðina.
Kunnað verður um ymisk praktisk viðurskifti í samband við skúlaársbyrjan, bókakeyp, teldur og telduforrit v.m.
Kunningarfundurin verður í auluni.


