Næmingar á Serbreytini til próvtøku
Meðan hinar breytirnar á miðnámi á Kambsdali hava skrivligar ársroyndir og breytaverkætlanir, hava næmingarnir á serbreytini sínar egnu royndir. Hesar royndir byggja á eina skipan, sum eitur OCN. OCN stendur fyri Open College Network. OCN byggir á hesar meginreglur:
- Øll læring er virðismikil, og eigur at vera viðurkend uttan mun til hvar og hvussu læringin er farin fram.
- Viðurkenning av læring kann vera í smáum fetum.
- Uppgávurnar í OCN taka støði í luttøku, og verða lagdar til rættis eftir tørvi og førleika hjá einstaka næminginum.
Ein roynd á serbreytini fer fram á tann hátt, at starvsfólkini gera eitt hefti við uppgávum, sum næmingarnir skulu loysa. Uppgávuheftið verður lagað til tann einstaka næmingin. Á henda hátt fáa næmingar uppgávur, ið eru hóskandi til teirra støði.
Hósdagin 08.02.2018 vóru tríggir næmingar til roynd í ítrótti, teir skuldu hvør sær loysa tríggjar uppgávur. Uppgávan var at finna eitt hóskandi spæl, har minst fýra næmingar skuldu luttaka, síðan skuldu tey greiða frá spælinum og reglunum í spælinum, áðrenn næmingarnir kundu fara í gongd við spælið
Næmingarnir skrivaðu eina frágreiðing um spælið í uppgávuheftinum og at enda blivu myndir og video lagt við sum dokumentatión. Skrivligi parturin kann vera trupul hjá onkrun næmingi og tí loyvir skipanin, at næmingarnir munnliga greiða frá, meðan starvsfólkini skriva tað niður.
Ein kann spyrja, hvat næmingarnir læra av hesum? Jú, tey læra m.a. at taka ein støðu, tey skulu jú velja eitt spæl burtur úr rúgvuni. Tey skulu eisini læra at greiða frá, so hini skilja uppgávuna. Harafturat læra tey at megna at seta eitt spæl í gongd. Á ein hátt fáa tey roynt seg sum leiðara hesa løtuna.
At megna eina tílíka uppgávu er -fyri mong- ein sigur í sær sjálvum. Tílíkir førleikar kunnu eisini brúkast úti í arbeiðslívinum, eitt nú á einum ellisheimi ella sambýli fyri eldri: har tey kunnu taka ábyrgd av ella hjálpa til at seta eitt spæl ella okkurt annað í gongd. Ella í einum barnagarði, har skipast skal fyri onkrun spæli fyri børnini.
Tá næmingarnir hava tikið royndina og gjørt uppgávunar, verður alt tilfarið sent til eitt innan eftirlit á skúlanum, áðrenn tað verður sent til endaliga góðkenning í Danmark. Er uppgávan ella dokumentatiónin ikki røtt ella nøktandi, verður hon ikki góðkend. Næmingarnir fáa eitt prógv, tá uppgávan er góðkend í Danmark.
Á serbreytini fáa næmingarnir OCN-prógv tvær ferðir um árið -til jólar og áðrenn summarfrítíðina.
Eftir fýra ára skúlagongd á Kambsdali, fáa næmingarnir á serbreytini eitt prógv við m.a. øllum OCN-royndunum, ið tey hava tikið hesi fýra árini.
Á facebook síðuni hjá skúlanum ber til at síggja filmsbrot av royndini.