Nú er klárt at søkja inn á akademiútbúgvingina
Í heyst bjóðar Miðnám á Kambsdali tríggjar lærugreinar út á AÚ.
Lærugreinarnar eru: Fyriskipan og starvssálarfrøði; lærugreinin er fyri tey, sum vilja vita meira um leiðslu.
Vinnubúskapur er fyri tey, sum vilja vita meira um búskapin í einum virki, bókhald, og tað sum tí hoyrir til.
Marknaðarstrategi og virkismenning er lærugrein, sum vendir sær til tey, sum vilja vita meira um marknaðarførslu, og hvussu virkið fær ment seg á einum marknaði.
Undirvíst verður eitt kvøld um vikuna fram til jóla, og próvtøkan verður so í januar 2022.
Akademiútbúgvingin á Miðnámi á Kambsdali er fyri fólk, sum vilja førleikamenna seg innan fyri leiðslu og tað merkantila økið.
Upptøkutreytir o.a. sæst á heimasíðu skúlans. Meira kunning um og tilmelding til lærugreinarnar finst her