Páll Larsen er settur sum fíggjarleiðari á Miðnámi á Kambsdali. Páll er 56 ára gamal og hevur drúgvar royndir innan økið. Bæði sum skrivstovufólk, fíggjarleiðari og stjóri. M.a. hevur hann verið fíggjarleiðari á Marine Harvest í átta ár. Páll er upprunaliga útbúgvin innan export og marketing frá Den Danske Exportskole.

Vit ynskja Páll bestu eydnu í nýggja starvinum.